Amerikanarar seta havn upp út fyri Gaza

Amerikanarar seta havn upp út fyri Gaza
Eitt amerikanskt hernaðarskip er í løtuni á veg til Miðeystur, móti Gaza. Í hernaðarskipinum er útgerð sum skal brúkast til at byggja eina sjóhavn
Hernaðarskipið Gen. Frank S Besson JR á veg at byggja flótandi havn út fyri Gaza.
Mynd: Us Centcom Via X/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
10.03.2024 - 18:16

Hernaðarskipið, General Frank S Besson, fór úr USA í gjár, og tað fer væntandi at taka 60 dagar, áðrenn havnin er klár at brúka. 

Hernaðarskipið varð sent avstað 36 tímar aftaná Joe Biden, forseti í USA, lovaði, at flótandi havnin skuldi byggjast, fyri at gera tað lættari at fáa neyðhjálp inn í Gaza, nevniliga sjóvegis. 

ST hevur frammanundan ávarað um, at tað so at siga ikki slepst undan at hungursneyð verður í Gaza, sum støðan er, og at børn svølta.

Tað hevur víst seg at vera ógvuliga torført - og vandamikið - at senda neyðhjálp inn í landið bæði á landi og úr luftini.

Heimsmatstovnurin, World Food Programme, noyddist at steðga sínum sendingum fyribils, tí bilrøðir við neyðhjálp vórðu álopnar. Og fríggjadagin hoyrdist, at fimm fólk doyðu, og fleiri vórðu løstað, tá ein neyðhjálparpakki, sum varð sendur úr luftini, rakti tey. Tað vísti seg, at fallskíggin á pakkanum ikki lat seg upp, sum hann átti.

Tað fer sum sagt helst at taka tveir mánaðir at byggja sjóhavnina uttanfyri Gaza. - Tað er ov leingi at bíða, siga neyðhjálparfelagsskapir.

Tí varð eitt skip fylt við 200 tonsum av mati sent úr Kýpros móti Gaza seinnapartin í dag, skriva kypriotiskir miðlar, sambært bretska kringvaprinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Góðan morgun Føroyar
187420
Hósdag 6. februar
Breddin: Tollkríggj
187418
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155