- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinnur manna leiðsluna í læknafeløgunum
Fyri fyrstu ferð eru bara kvinnur í leiðsluni í læknafeløgunum.
Turið Jónleyg Rein er forkvinna í Felagnum yngri læknar, í Kommunulæknafelagnum er Turið Holm Johannessen forkvinna, í Serlæknafelagnum er Guðný B. Akralíð forkvinna, og í Læknafelagnum er Gunnhild Helmsdal forkvinna.
18 kommunulæknar
Í løtuni arbeiða 42 føroyskar kvinnur, sum hava serlæknaútbúgving, í føroyska heilsuverkinum. 24 teirra eru í Sjúkrahúsverkinum, og 18 eru kommunulæknar.
Haraftrat arbeiða 45 kvinnur sum yngri læknar í føroyska heilsuverkinum.
Meginparturin er undir serlæknaútbúgving.
Hesar fýra eru nú forkvinnur í læknafeløgunum. Turið Holm Johannesen er forkvinna í Kommunulæknafelagnum, Gunnhild Helmsdal er forkvinna í Læknafelagnum, Turið Jónleyg Rein er forkvinna í felagnum Yngri Læknar, og Guðný B. Akralíð er forkvinna í Serlæknafelagnum.
Javnstøða
Um tosað verður um javnstøðu, samsvara hesi tølini á leið við málið um eitt javnt býti millum kynini, sigur Turið Holm Johannessen, forkvinna í Kommunulæknafelagnum.
Fyrsta føroyska kvinnan, sum tók læknaprógv, var Hjørdis Djurhuus. Tað var í 1932.
Hon var eisini fyrsta føroyska kvinna, sum var serlækni í sálarsjúkum.