- Tíðindi, mentan og ítróttur
Raðfesta fiskiveiðiavtalu við Bretland - tí fáa bretar burturav
Raðfesta fiskiveiðiavtalu við Bretland - tí fáa bretar burturav
Bretsk skip sleppa aftur í ár at fiska tosk undir Føroyum, hóast toskastovnurin er í undantaksstøðu

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskvinnumálum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
05.03.2024 - 18:05
Politiska raðfestingin er, at Føroyar skulu hava eina fiskiveiðiavtalu við Bretland. Og tá noyðast vit at lata bretum nakað av tí, sum føroysk skip annars kundu fiskað.
Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, til atfinningarnar frá felagnum Trolbátar móti júst undirskrivaðu fiskiveiðiavtaluni við Bretland.
Sí eisini: >>>Trolbátar: Landsstýrið býtir um fisk, sum vit kunnu liva av<<<
Bretsk skip sleppa aftur í ár at fiska tosk undir Føroyum, hóast landsstýrismaðurin sjálvur hevur ført fram, at toskastovnurin er í undantaksstøðu.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
05032024_Dennis_Holm
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV