- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nevndarlimir í BankNordik valdir fyri tvey ár í senn
Nevndarlimir í BankNordik valdir fyri tvey ár í senn
Fólk, sum eru 70 ár ella eldri, kunnu ikki veljast í nevndina hjá BankNordik

BankNordik hevur aðalfund 21. mars.
Mynd: sav
05.03.2024 - 08:19
Tey, sum vera vald í nevndina hjá BankNordik, skulu veljast fyri tvey ár í senn.
Tó soleiðis, at helmingurin av aðalfundarvaldu nevndarlimunum stendur fyri vali hvørt ár.
Hetta er uppskot hjá nevndini, sum verður lagt fyri aðalfundin 21.mars.
Nú stendur í viðtøkunum, at nevndin situr til næsta ársaðalfund.
Fólk, sum eru 70 ár ella eldri, kunnu ikki veljast í nevndina hjá BankNordik.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV