- Tíðindi, mentan og ítróttur
Formansskapurin viðger samsýning og eftirløn til løgtingsfólk

Samsýning og eftirløn til løgtingsfólk eru millum málini á skránni á fundi hjá formansskapinum í løgtinginum í dag.
Hálvan februar legði ein arbeiðsbólkur, sum hevur gjørt uppskot um nýggja lønarskipan til løgtingsfólk, fram álit um broytingar í samsýningum og eftirlønum.
Størstu broytingarnar eru, at lønin hækkar slakar 7.000 krónur, úr stívum 46.000 upp í 53.000 krónur.
Samstundis fellur skattafría kostnaðarendurgjaldið uppá 2.000 krónur um mánaðin burtur, og eftirlønin verður broytt til 15 prosent, soleiðis at hon svarar til skipanir, sum eru galdandi fyri restina av arbeiðsmarknaðinum.
Á fundi í dag fer formansskapurin at viðgera tilmælið fyrstu ferð, sigur Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna.
Formansskapurin fer á fund klokkan eitt, og á skránni eru, umframt samsýning og eftirløn, tingskipan og freistir, eins og løgtingsarbeiðið annars.