- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Fosturtøka
Í hesi vikuni verður uppskotið nýggja fosturtøkulóg lagt fyri tingið.
Galdandi lóg er frá 1956.
Spurningurin er, um vit skulu hava eina nýggja fosturtøkulóg fyri hana, sum nú er 68 ára gomul.
Undir heitinum "Abort - grundgevingar fyri rættinum at velja sjálv," hava Turið Hermansdóttir og Turið Nolsøe savnað níggju greinar um fosturtøku í bók.
Vit tosa við ritstjórarnar um valið av greinum, og politiskt kjak verður í útvarpsstovuni um nakrar av niðurstøðunum.
Í kjakinum vera Hervør Pálsdóttir, forkvinna í rættarnevndini, Tjóðveldi, Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum, Karlot Hergeirsson í Framsókn, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í Fólkaflokkinum og Eyðdis Hartmann Niclasen í Sambandsflokkinum.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.
Sendingin verður eisini stroymd her.