- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ursula von der Leyen kemur til Føroya 14. mars
Ursula von der Leyen kemur til Føroya 14. mars
Forkvinnan í ES-nevndini fer eisini at vitja í Grønlandi

Løgmaður beyð forkvinnuni í ES-nevndini til Føroya á vitjan, tá hann var í Brússel í desember.
04.03.2024 - 16:32
Nú er greitt, at forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, kemur til Føroya á vitjan hósdagin 14. mars.
Herfyri ljóðaði, at hon skuldi koma 15. mars, men hetta er broytt til 14. mars.
Ursula von der Leyen fer eisini at vitja í Grønlandi, í sambandi við at ES-nevndin í næstum fer at lata skrivstovu upp í Nuuk.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, beyð forkvinnuni í ES-nevndini til Føroya, tá hann var á vitjan í Brússel í desember.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV