- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atkvøðugreiðslan endar á middegi
Atkvøðugreiðslan endar á middegi
Sanna á Løgmansbø og Jógvan Philbrow stilla upp til forfólkasessin í Pedagogfelagnum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
01.03.2024 - 08:18
Talgilda atkvøðugreiðslan hjá Pedagogfelagnum, sum byrjaði 14.februar, endar á middegi í dag.
Sanna á Løgmansbø og Jógvan Philbrow stilla upp til forfólkasessin.
Sanna á Løgmansbø er leiðari á dagstovninum Birkilund í Havn, og Jógvan Philbrow hevur verið formaður síðani 2015.
Forfólkið verður valt til eitt trý ára skeið.
Seks fólk kappast um tríggjar nevndarsessir, teirra millum eru tveir, sum eru í nevndini nú.
Úrslitið av valinum verður kunngjørt á aðalfundinum hjá Pedagogfelagnum, sum verður í morgin, 2. mars.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV