Kirkjan á Argjum fyri býráðsfund í dag

Kirkjan á Argjum fyri býráðsfund í dag
Á seinasta fundi í byggi- og býarskipanarnevndini tóku Annfinn Brekkstein og Jákup Dam undir við tilmælinum um byggiloyvi, og Jákup Dam hevur kravt málið fyri býráðið
Nógv mótmæli hava verið ímóti staðsetingini av nýggjum kirkjuni á Argjum. Tórshavnar býráð viðger málið um byggiloyvi til kirkjuna seinnapartin. (Mynd: Koma.fo)
 
29.02.2024 - 14:43

Kirkjan á Argjum er á skránni fyri býráðsfundin í Havn seinnapartin.

Byggi- og býarskipanarnevndin viðgjørdi málið 8.januar.

Meirilutin samtykti at beina málið í býráðið, tó uttan nakað tilmæli, meðan minnilutin, Annfinn Brekkstein, mælti til at geva byggiloyvi.

Á býráðsfundi 25. januar var einmælt samtykt at beina málið aftur í byggi- og býarskipanarnevndina.

 

Krevur málið fyri býráðið

Á fundi í nevndini 12. februar var atkvøtt um tilmælið frá fyristingini, um at staðfesta avgerðina um at skriva út byggiloyvi við ávísum treytum.

Tá atkvøddu Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen blankt, og Súsanna Olsen atkvøddi ímóti.

Annfinn Brekkstein og Jákup Dam tóku undir við tilmælinum, og Jákup Dam kravdi málið fyri býráðið, sum fer at viðgera tað í dag.

 

Nógv mótmæli

Ætlanin er at byggja kirkjuna millum Støðlagøtu og Sandá, oman fyri spinnaríið.

Feløg og felagsskapir hava mótmælt, at nýggj kirkja skal byggjast har, tí tey halda, at fríøkið við Sandá eigur at verða varðveitt, sum tað er.

Málið um byggiloyvi hjá kirkjuni á Argjum er gamalt. Tað byrjaði í 2021. 

Kirkjan er 1.257 fermetrar, tornið er 22 metrar høgt. Har kirkjuskipið er hægst, er tornið 15 metrar høgt. 

Grundøkið er 4.110 fermetrar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946