
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ílegulógin verður endurskoðað

Nú 18 ár eru liðin, síðani lógin um gransking í mannaílegum, ílegulógin, kom, er hon endurskoðað.
Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið um endurskoðaðu lógina fyri løgtingið.
Uppskotið og viðmerkingar um tað eru 60 síður.
Harafturat eru 12 hoyringarsvar.
Margit Stór, landsstýriskvinna í heilsumálum. (Savnsmynd)
Strika gjald
Ein ætlað broyting er at strika gjaldið, 10.000 kr. um árið, sum granskarar lata Ílegusavninum.
Heilsumálaráðið metir, at gjaldið er ein forðing fyri føroyskari gransking í mannaílegum.
Tað er ein eyka byrða, sum verður løgd á føroyskar granskarar, sum frammanundan hava tungt við at fáa fígging til granskingarverkætlanir, sigur Heilsumálaráðið.
Talan er um 200.000 kr. um árið.
(Savnsmynd)
Akademikarastarv
Hildið verður, at Heilsustýrið hevur brúk fyri at seta fjórðings akademikarastarv til Genomskránna.
Tað kostar 120.000 kr. um árið.
Sí uppskotið um ílegulógina her.