Hassjsmugling: Eitt ár og 10 mánaða fongsulsrevsing í part

Hassjsmugling: Eitt ár og 10 mánaða fongsulsrevsing í part
52 ára gamla kvinnan og 25 ára gamli maðurin eru dømd fyri at hava smuglað umleið 24 kilo av hassji í januar
Ein samdur dómsmansrættur dømdi bæði tey ákærdu eitt ár og 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í part. (Savnsmynd)
 
29.02.2024 - 15:37

Ein 52 ára gomul kvinna og ein 25 ára gamal maður eru í dag dømd eitt ár og 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í part fyri at hava smuglað umleið 24 kilo av hassji til Føroya, upplýsir løgreglan.

Málið var viðgjørt í Føroya Rætti í dag, og ein samdur dómsmansrættur dømdi tey fongsulsrevsingina.

Fólkini, sum komu til Føroya við Norrønu í januar, vóru steðgað av tollvaldinum, tá tey komu.

 

Sergjørdur bilur

Kanningar vístu, at bilurin, sum fólkini brúktu, var serliga gjørdur til smugling. Í tveimum loyniligum rúmum millum dúrkið og botnin í bilinum fann tollvaldið stóru nøgdina av hassj.

Fólkini, sum hava verið varðhaldsfongslað, síðani tey komu til Føroya, játtaðu seg lutvíst sek í Føroya Rætti, men greiddu frá, at tey ikki vistu, at talan var um eina so stóra nøgd av hassi, sum var í bilinum.

Umframt hassjið, var hald lagt á bilin, sum hassjið var smuglað í.

Fólkini bóðu um umhugsunartíð, og hava nú - eins og ákæruvaldið - 14 dagar at taka støðu til, um dómurin skal skjótast inn fyri landsrættin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977