- Tíðindi, mentan og ítróttur
Freistin at bera løgtinginum uppskot er farin

Á middegi var seinasta freist at bera lógaruppskot, sum skulu viðgerast hesa tingsetuna, í tingið til eftirkanningar, áðrenn tey verða løgd fram.
Millum uppskotini, sum ikki eru komin, er nýtt uppskot um tøkugjøld, sum Høgni Hoyda,l landdstýrismaður í vinnumálum, hevur lovað at koma við.
Haraftrat hevur Ingilín D. Strøm landsstýriskvinna í umhvørvissmálum, gjørt av at broyta uppskotið um broytingar í el-veitingarlógini, sum hevur verið til hoyringar, áðrenn hon ber tað í tingið.
Freistin at bera tað uppskotið er eisini í dag, eins og uppskot um veðurlagslóg, men tað uppskotið kemur ikki fyrr enn í ólavsøkutingsetuni.
Seinasti framløgudagur er 7. mars
Uppskot, sum ikki vóru borin í tingið á middegi, kunnu tó leggjast fram við 17 undirskriftum frá tingsfólkum, eftr at freistin er farin.