Sambýlið í Reynstúni fær tvær milliónir aftrat

Sambýlið í Reynstúni fær tvær milliónir aftrat
Løgtingið hevur endaliga samtykt, at kostnaðurin fyri sambýlið á Argjum verður 56 mió. kr.
Príshækkingar og longd byggitíð hava gjørt tað neyðugt at hækka fíggjarkarmið til nýggja sambýlið á Argjum.
 
28.02.2024 - 11:23

Løgtingið hevur endaliga samtykt at játta tvær milliónir krónur aftrat til sambýlið á Argjum til fólk við menningartarni og fjølbreki.

Samlaði kostnaðurin at byggja sambýlið í Reynstúni á Argjum hækkar sostatt úr 54 upp í 56 milliónir krónur.

Tær tvær milliónirnar eru tøkar í fíggjarlógini fyri 2024, sigur Almannaráðið, tí sambýlið á Mýrini bleiv bíligari enn mett.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at príshækkingar, longd byggitíð og annað hevur gjørt, at neyðugt var við størrii fíggjarkarmi. 

Byggitíðin er longd, m.a. tí veðrið hevur verið vánaligt, og ringa veðrið órógvaði eisini arbeiðið við at leggja fjarhita í jørðina undir bygninginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946