- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fasadan má takast niður ella gerast av nýggjum
Glasfasadan á løgtingshúsinum má takast niður og annaðhvørt setast upp aftur, ella gerast av nýggjum úr øðrum tilfari enn glasi.
Tað er niðurstøðan í eini kanning, sum Landsverk hevur latið gera, tí arbeiðið at seta fasaduna upp var ikki gjørt eftir forskriftunum.
Besløg og festir úr ymsum metallum eru brúkt hvørt um annað, og tað hevur elvt til tering.
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, lýsir støðuna viðvíkjandi fasaduni soleiðis:
Bjørt Samuelsen, forkvinna í løgtinginum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Í niðurstøðuni frá Landsverki stendur eisini, at vatn er likið inn í fasaduna og hevur partvíst oyðilagt timburkonstruktiónina.
Kanningin vísir eisini, at bjálvingin er vorðin vát, og væl hugsandi er, at soppur er komin í konstruktiónina.