- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur public service-sáttmáli lagdur fyri tingið
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur lagt fram frágreiðing um public service-sáttmálan millum Kringvarpið og Almanna- og mentamálaráðið.
Sáttmálin skal vera galdandi frá 1. apríl í ár til 31. mars 2028.
Eingin undirskrivaður public service-sáttmáli hevur verið seinastu árini.
Seinasti sáttmálin var frá 2017 til 2020.
Aðalorðaskiftið um public service-sáttmálan verður týsdagin.
Les public service-sáttmálan her.
Viðgera kringvarpsgjaldið
Løgtingið viðger í dag uppskotið hjá landsstýrinum um at hækka og prístalsjavna kringvarpsgjaldið.
Skotið verður upp, at mánaðargjaldið verður 163 krónur um mánaðin, 13 krónur meira enn nú.
Gjaldið hjá pensjónistum verður 63 krónur. Higartil hava pensjónistar goldið 50 krónur um mánaðin.
Skotið verður eisini upp, at smá virki og stovnar skulu rinda bíligari kringvarpsgjald.
Sambært uppskotinum skal kringvarpsgjaldið eisini prístalsjavnast í framtíðini.