- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógvir snávingarsteinar, men nú byrjar dialysuviðgerðin í Suðuroy
Mánadagin 4. mars verður farið undir dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi.
Tað boðaði leiðslan fyri Sjúkrahúsverkinum frá í dag.
Nógvir snávingarsteinar hava verið á vegnum, men nú kann trygd veitast fyri, at dialysuviðgerðin á Suðuroyar sjúkrahúsi lýkur øll krøv, og er fakliga forsvarlig.
Sjúkrahúsverkið hevur arbeitt saman við fakfólki um karmarnar fyri viðgerðini, og hevur fingið fakligt tilmæli gjøgnum Dansk Nevrologisk Selskab, um at dialysuviðgerð kann veitast á Suðuroyar sjúkrahúsi, sigur Tummas í Garði, læknafakligur varastjóri í Sjúkrahúsverkinum:
Tólini hava staðið klár síðani í heyst, men nú verður umsíðir dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi. (Savnsmynd)
Fýra sjúkrarøktarfrøðingar eru settir í starv at manna dialysuna í Suðuroy. Neyðugt er, at teir fyrstu tíðina arbeiða saman við royndum dialysusjúkrarøktarfrøðingum.
Hetta er ein snávingarsteinur, sum sjúkrahúsleiðslan leingi hevur roynt at loyst.
Royndu sjúkrarøktarfrøðingarnir eru settir í starv á Landssjúkrahúsinum, og sjúkrahúsleiðslan kann sostatt ikki áleggja teimum at fara til Suðuroyar.
Eina tíð royndi sjúkrahúsleiðslan at fáa hjálp frá eini útlendskari vikarstovu, men tá avtornaði gjørdist kortini ikki neyðugt við útlendskari hjálp:
Tummas í Garði hevur ikki nágreiniligu tølini, men tað er nakað dýrari fyri hvørja dialysuviðgerð at reka eina smærri eind sum ta í Suðuroy, samanborið við eindina á Landssjúkrahúsinum.