- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mæla til at strika kravið um talgilda TAKS-uppgerð
Meirilutin í fíggarnevndini, samgonguflokkarnir og Sambandsflokkurin, mælir til strika kravið, um at lata TAKS-uppgerðina um meirvirðisgjald talgilda. Fíggjarmálaráðið eigur uppskotið.
Í triðja ársfjórðingi í fjør vóru 4.805 mvg-uppgerðir.
323, sjey prosent, vóru ikki talgildar.
Ivamál er millum annað um heimildina at geva teimum sekt, sum ikki lata inn talgilt, sigur meirilutin í fíggjarnevndini.
Meirilutin mælir til at koma við uppskotinum um talgilding saman við øðrum møguligum broytingum í meirvirðisgjaldslógini seinni í ár.
Beinir Johannesen í Fólkaflokkinum og Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum taka undir við meirilutanum um talgildingina.
Landsstýrið skjýtur upp stigvíst at minka afturberingina av meirvirðisgjaldinum til hitapumpur. (Savnsmynd)
Hitapumpur
Teir halda um afturberingina av meirvirðisgjaldinum fyri hitapumpur, at nú kann grøna orkuskiftið fremjast uttan so nógvan stuðul úr landskassanum.
Beinir Johannesen heldur, at hálvt endurgjald fyri meirvirðisgjald fyri hitapumpur skal latast næsta ár, og frá 2026 einki endurgjald.
Uppskotið hjá landsstýrinum er, at í 2025 vera 75 prosent av meirvirðisgjaldinum afturgoldin, í 2026 50 prosent, í 2027 25 prosent og síðani einki.
Steffan Klein Poulsen heldur ikki, at afturberingarskipanin til hitapumpur skal leingjast eftir 2025.
Fíggjarnevndin er samd um, at talgildir tíðindamiðlar skulu sleppa undan meirvirðisgjaldi.