Semingsstovnurin komin upp í samráðingarnar

Semingsstovnurin komin upp í samráðingarnar
Samráðingarnar millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Skipara- og navigatørfelagið bóru ikki mál
Semingsmenninir skulu royna semju millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Skipara- og navigatørfelagið (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
20.02.2024 - 15:17

Sáttmálasamráðingarnar millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið  og Føroya Skipara- og navigatørfelag um nýggjan sáttmála fyri havnarmeistarar og havnarumsjónarfólk eru slitnaðar, og semingsstovnurin er boðsendur.

Tað upplýsir Skipara- og navigatørfelagið.

Partarnir vóru samdir um at senda boð eftir semingsstovninum, sum hevði fund við partarnar í dag, har Skipara- og navigtørfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið greiddu frá viðurskiftum í samráðingunum.

Avtalað er, at semingsstovnurin setir seg í samband við partarnar í næstu viku.

KAF og Skipara- og mavigatørfelagið hava havt 10 samráðingarfundir, síðani krøvini vórðu løgd fram fyrst í september.

16. januar boðaði KAF frá, at tey góvust við samráðingunum, og partarnir vóru samdir um at senda boð eftir semingsstovninum. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681