Aðalorðaskifti um fólkaskúlan í dag

Aðalorðaskifti um fólkaskúlan í dag
Ein arbeiðsbólkur hevur 18 tilmæli í sínum áliti, og landsstýrismaðurin tekur fýra tilmæli burturúr at arbeiða við skjótast gjørligt
Skulu øll 18 tilmælini setast í verk, fer tað at kosta umleið 78 milliónir kr., sigur arbeiðsbolkurin. (Savnsmynd)
 
20.02.2024 - 08:25

Klokkan 11 fyrrapartin fer løgtingið at hava aðalorðaskifti um fólkaskúlan.

Aðalorðaskiftið byggir á eitt tilmæli frá arbeiðsbólki, sum í mai mánaði í fjør handaði Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, uppskot um eina røð av broytingum í fólkaskúlanum.

Tilsamans 18 tilmæli eru í fólkaskúlaálitinum. Av teimum tekur landsstýrismaðurin í skúlamálum fýra tilmæli burturúr, sum hann heldur at neyðugt er at arbeiða við skjótast gjørligt. 

Tað fyrsta er floksstøddin.

Í dag eru skúlaflokkar við upp í 26 næmingar - markið eigur at vera sett niður á 20 næmingar, heldur landsstýrismaðurin.

 

Djóni Nolsøe Joensen er landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum. (Savnsmynd: Bjarni Àrting Rubeksen)

 

Flokslærarar og eftirútbúgving

Umstøðurnar hjá flokslæraranum skulu gerast betri. Sum tað triðja vil landsstýrismaðurin víðka tvílæraraskipanina, sum í dag einans fevnir um 1. og 2. flokk.

Og sum tað fjórða vil landsstýrismaðurin tryggja nøktandi eftirútbúgving til tey, sum arbeiða í fólkaskúlanum.

Í fólkaskúlaálitinum verður mælt til at seta tey 18 tilmælini í verk, frá 2023 til 2033.

Samlaði kostnaðurin verður, sambært álitinum, umleið 78 milliónir krónur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946