Stóra hassjmálið: Báðir dømdir langar fongsulsrevsingar

Stóra hassjmálið: Báðir dømdir langar fongsulsrevsingar
Annar maðurin hevur longu sitið dómin, tí hann var so leingi í varðhaldi
Báðir menninir bóðu um tíð at hugsa seg um, antin teir skulu fara í Landsrættin við dóminum. Báðir nokta seg sekar. (Savnsmynd)
 
19.02.2024 - 09:35

Føroya rættur hevur nú tikið avgerð um stóra hassjmálið.

Tveir menn fyrst í tríatiárinum fingu langar fongsulsrevsingar.

Annar fekk trý ár, og hin fekk eitt ár og tríggjar mánaðir.

 

Longu sitið dómin

Tann maðurin hevur longu sitið dómin, tí hann var so leingi í varðhaldi.

Hann var dømdur fyri tíggju kilo, hóast ákæruvaldið vildi hava hann dømdan fyri 15 kilo.

Tann, sum fekk trý ár, er dømdur fyri øll sløku 26 kilo av hassji, sum vóru smuglað til Føroya.

 

Bóðu um umhugsunartíð

Báðir menninir bóðu um tíð at hugsa seg um, antin teir skulu fara í Landsrættin við dóminum. Báðir nokta seg sekar.

Dómarnir eru sambært tí, sum ákæruvaldið kravdi.

Hassjmálið kundi ikki avgreiðast í Føroya rætti í oktober í fjør, tí Føroya rættur var ógegnigur.

 

Søren Seerup setudómari

Setudómari var Søren Seerup, sum kom úr Danmark at døma í hesum málinum.

Menninir blivu varðhaldsfongslaðir í november í 2022.

Annar slapp úr varðhaldinum 27. oktober í fjør og hin 29. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977