- Tíðindi, mentan og ítróttur
Teymur til Skúvoyar verður ein eyka rýmingarleið
Teymur til Skúvoyar verður ein eyka rýmingarleið
At knýta Skúvoynna upp í Suðuroyartunnilin fær týdning fyri trygdina í tunlinum, sigur Kristian Stórhamar, sum hevur verið tekniskur leiðari í øllum undirsjóvartunlunum
15.02.2024 - 18:00
At knýta Skúvoynna í ein Suðuroyartunnil verður ikki bert ein fyrimunur fyri skúvoyingar og tey, sum hava tilknýti til oynna, men ikki minst fyri trygdina í tunlinum, tí tá verður ein eyka rýmingarleið á vegnum.
Hetta sigur Kristian Stórhamar, sum hevur verið bæði annlegs- og tekniskur leiðari á øllum fýra undirsjóvartunlunum, meðan teir hava staðið í gerð.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
15022025_Tunnil_til_Skuvoyar
Skúvoyingar hava savnað undirskriftir, um at fáa oynna knýtta í Suðuroyartunnilin, og tær verða handaðar løgmanni týsdagin klokkan 15.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV