Sær gott út hjá Eliasi og Kiel eftir CL-javnleik

Sær gott út hjá Eliasi og Kiel eftir CL-javnleik
Við máli í evstu løtu tryggjaði THW Kiel sær javnleik á útivølli ímóti pólska stórliðnum, Kielce. Nú bendir alt á, at Elias á Ellefsen Skipagøtu og liðfelagarnir enda í topp-2
Elias Ellfesen á Skipagøtu og Kiel eru fremst í bólki A í Champions League
Mynd: EHF  
 
15.02.2024 - 09:17

Nógv bendir á, at Elias Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel fáa annað av teimum báðum ovastu plássunum í sínum Champions League-bólki.

Í gjár Kiel á vitjan hjá pólska stórliðnum, Kielce, og tað eydnaðist at fáa annað stigið við málið frá Niclasi Ekberg í evstu løtu.

 

Dramatikkur ímóti endanum

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir vóru frammanfyri mestsum allan dystin, men ímóti endanum yvirhálaðu póllendingarnir, og tá Igor Karacic skoraði til 36-35 vóru minni enn tíggju sekund eftir.

Týskararnir gjørdu skjótt av, og skjóti svenski vongurin javnaði úr sera trýstari støðu.

Elias Ellfesen á Skipagøtu skeyt tvey mál upp á fimm royndir.

 

Sær gott út hjá Kiel

THW Kiel eru framvegis fremst í bólki A við 16 stigum. Kielce er á 2. plássi við 13 stigum. PSG hevur eisini 13 stig, og Aalborg hevur 12 á 4. plássi, men hava ein dyst til góðar.

Tvey tey ovastu liðini í bólkinum fara beinleiðis í fjórðingsfinalurnar, meðan liðini frá nummar trý til seks spæla eitt playoff-umfar. Í bólki B sær út til, at Barcelona og Magdeburg enda nummar eitt og tvey.

 

Hákun vann og Óli tapti tepurt

Hákun West av Teigum og Füchse Berlin vunnu sín dyst í Evropa League týskvøldið, og eru fremst í sínum bólki. Hjá Óla Mittún og IK Sävehof gekk akkurát ikki í dystinum ímóti Nexe, sum svenska liðið tapti við einum máli. 

Ungi føroyski spælskiparin spældi ein góðan dyst. Hann gjørdist toppskjútti hjá Sävehof við sjey málum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114