Løgmaður á trygdarráðstevnu í Týsklandi

Løgmaður á trygdarráðstevnu í Týsklandi
Hetta er 60. árið at ráðstevnan verður hildin, men fyrstu ferð, at umboð fyri landsstýrið er boðið við
Aksel V. Johannesen, løgmaður.
 
15.02.2024 - 08:28

Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer í dag til týska býin München, har hann skal vera við á altjóða trygdarráðstevnu, sum verður um vikuskiftið.

Ráðstevnan eitur Münich Security Conference. 

Hetta er 60. árið at ráðstevnan verður hildin, men fyrstu ferð, at umboð fyri Føroya landsstýri er boðið við.

Á ráðstevnuni fara stjórnarleiðarar, ráðharrar, serfrøðingar, granskarar og umboð fyri felagsskapir at viðgera spurningar í trygdar- og verjupolitikki.

- Tað hevur stóran týdning fyri Føroyar, at vit sleppa við á tílíkar ráðstevnur, sigur Aksel V. Johannesen:

 

15022024_Aksel_1

 

Síðani ráðstevnan var hildin fyrstu ferð í 1963, hevur aðalmálið verið “friður gjøgnum samrøðu”.

Á ráðstevnuni luttaka stjórnarleiðarar, ráðharrar, serfrøðingar, granskarar og umboð fyri felagsskapir úr øllum heiminum til at viðgera spurningar, sum viðvíkja trygdar- og verjupolitikki.

Aksel V. Johannesen ætlar at nýta høvið til at skifta orð um áhugamál hjá Føroyum:

 

15022024_Aksel_2_

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946