- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fjarhitafelagið: Íløgurnar eru skynsamar
Fjarhitafelagið: Íløgurnar eru skynsamar
Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum, vísir aftur, at felagið avskrivar skeivt, so prísurin fyri fjarhita kann haldast uppi
15.02.2024 - 10:12
- Íløgurnar eru skynsamar, og fólk, sum brúka fjarhita, eru altíð vælkomin inn á gólvið.
Tað sigur stjórin í Fjarhitafelagnum, Hans Christan Dam, nú brúkarafelagið "Skynsamur Fjarhiti" finst hvassliga at felagnum í sambandi við hoyringarskrivið til nýggju elveitingarlógina hjá Ingilín Strøm, landsstýriskvinnu.
Hans Christian Dam er stjóri í Fjarhitafelagnum. (Savnsmynd)
Í hoyringarskrivinum rør brúkarafelagið framundir, at Fjarhitafelagið avskrivar skeivt fyri at halda prísinum uppi.
- Tað er ikki rætt, tvørturímóti, sigur Hans Christan Dam.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
1502024_Fjarhiti
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV