- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkaskúlin endavendur í løgtinginum
Týsdagin í næsta viku hevur løgtingið aðalorðaskifti um fólkaskúlan.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, kemur við frágreiðing um fólkaskúlan á tingfundinum í morgin.
Í samgonguskjalinum stendur, at skúlarnir fáa størri frælsi at skipa skúladagin.
Flokslæraraluturin verður raðfestur og tvílæraraskipan í grunddeild stykt.
Skúladagurin styttur
Skúladagurin verður styttur, lærugreinabýtið endurskoðað og færri næmingar vera í hvørjum flokki.
Próvtalsstigin verður endurskoðaður, og tað sama vera læraraúbúgvingin, førleikamál í námsætlanum, skúlafrítíð, lands- og pisaroyndir og lærara- og leiðslutíð.
Nám skal uppraðfestast.
Regluligur eftirútbúgvingarleistur verður skipaður fyri starvsbólkar skúlans.
Í samgonguskjalinum stendur eisini, at meira gransking skal vera á skúlaøkinum.
Og háskúlalógin skal broytast.