- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rógvi á Rógvu starvsløn í eitt ár
Mentanargrunnur Landsins hevur játtað Rógva á Rógvu, tónleikara, starvsløn í eitt ár.
Durita Dahl Andreasen, sjónleikari, hevur fingið starvsløn í eitt hálvt ár.
Sjey umsøkjarar hava fingið starvsløn í tríggjar mánaðir, 23 hava fingið starvsløn í tveir mánaðir, og 11 hava fingið í ein mánað.
102 umsóknir
Mentanargrunnurin fekk 102 umsóknir um starvsløn, og søkt var um slakar 43 milliónir krónur. Av hesum játtaði grunnurin 43 umsøkjarum starvsløn, og latnar vóru 96 mánaðarlønir fyri góðar 3,1 millión.
Fýra umsøkjarar hava fingið játtað íverksetanarstuðul, sum er 600.000 krónur.
Tey eru Jákup Dahl, Franklin Symphor Henriksen, Heini Ragnarsson og Helga Djurhuus.
15 umsøkjarar vóru um íverksetanarstuðul.