350 fleiri løntakarar í januar

350 fleiri løntakarar í januar
Færri løntakarar eru í fiskivinnuni, men fleiri eru í hinum vinnunum
Í løtuni eru 14.000 menn og 13.600 kvinnur løntakarar. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
13.02.2024 - 09:42

27.644 løntakarar vóru í Føroyum í januar, 1,3 prosent fleiri enn í januar í fjør.

Í januar eru annars vanliga færri løntakarar enn í hinum mánaðunum.

Desember plagar at hava flestar.

Í januar í ár vóru stívlíga 350 fleiri løntakarar enn í januar í fjør.

14.000 menn og 13.600 kvinnur eru løntakarar.

Færri løntakarar eru í fiskivinnuni, men fleiri eru í hinum vinnunum.

 

 

Lutfallið minkað

Lutfallið hjá útlendskum ríkisborgarum er minkað 0,7 prosentstig niður í 6,9 prosent frá desember til januar. 

Men samanborið við januar í fjør er teirra partur tó 0,4 prosentstig størri.

Flestu útlendsku løntakarar hava annan enn evropeiskan ríkisborgaraskap. 

Útlendskir ríkisborgarar arbeiða í fiskavøruídnaði, gistihúsum og á matstovum, ali- og kryvjivirkjum og í húsarhaldstænastum.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497