- Tíðindi, mentan og ítróttur
450 fólk løgdust aftrat í fjør
450 fólk løgdust aftrat í fjør
Á nýggjárinum búðu 54.545 fólk í Føroyum
12.02.2024 - 10:09
Fólkatalið í Føroyum vaks 0,8 prosent í fjør.
1.januar búðu 54.545 fólk í Føroyum, 450 fleiri enn 1.januar 2023.
Tey flestu, sum leggjast aftrat fólkatalinum í Føroyum, eru ikki danskir ríkisborgarar. Og færri flyta til Føroya nú.
Frá 2017 til 2022 var nettoflytingin millum 400 og 500 fólk um árið. Í fjør var hon 288 fólk.
Fólkatalið vaks í 18 av teimum 29 kommununum í fjør.
Størsti vøksturin var í Tórshavnar kommunu, Klaksvíkar kommunu, Runavíkar kommunu og í Eysturkommunu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV