Hákun nærkast Champions League - meistarastríðið reyk hjá Eliasi

Hákun nærkast Champions League - meistarastríðið reyk hjá Eliasi
Hákun West av Teigum og Füchse Berlin vunnu á Flensburg, meðan Elias Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel taptu ímóti Magdeburg
Hákun West av Teigum - her fyri Føroyar - nærkast Champions League næsta ár
Mynd: Axel Heimken / kolektiff  
 
09.02.2024 - 09:56

Hákun West av Teigum og felag hansara, Füchse Berlin, liggja framvegis væl fyri í stríðnum um týska meistaraheitið í hondbólti.

Høvuðsstaðarfelagið vann tepurt 32-31 á Flensburg, sum hevði Jóhan á Plógv Hansen á liðnum, og liggur fremst í Bundesliguni undir liðini á Magdeburg við 34 stigum.

Hans Lindberg situr tungt á vongplássinum hjá Füchse Berlin í landskappingardystunum, har Hákun West av Teigum ikki sleppur framat. Danin skeyt seks mál. Jóhan á Plógv Hansen skeyt tvey mál fyri Flensburg.

Nú eru seks stig ímillum Füchse Berlin á 2. plássi og Flensburg á 3. plássi, og tað tykist alt meira sannlíkt, at Hákun West av Teigum skal spæla í Champions League næsta kappingarár.

 

Kiel sett av í meistarastríðnum

Elias Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel høvdu vunnið sjey á rað undan heimadystinum ímóti Magdeburg mikukvøldið. 

Tað gekst kortini ikki eftir vild hjá føroyska spælskiparanum og liðfeløgunum, sum taptu 33-26 ímóti sterka oddaliðnum. Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk fitt av spælitíð og skeyt tvey mál.

Kiel er á fimta plássi - heili átta stig aftanfyri Füchse Berlin og Magdeburg - og tí er ósannlíkt, at Kiel endurvinnur týska meistaraheitið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114