- Tíðindi, mentan og ítróttur
Undirskot av inntøku
Tað er ikki rætt, at pensjónistar missa meira enn teir fáa í brennistuðli.
Tí skal lógin um viðbót til ávísar pensjónistar broytast, ætlar landsstýrið.
Inntøkumarkið skal hækka úr 2.000 krónum upp í 12.600 krónur.
Talan er um nettoinntøku, tá skattað verður eftir kapitalvinningsskattalógini.
Upphæddin, sum pensjónisturin missir rættin til, er 8.160 kr. um árið í ár.
Hetta merkir, at pensjónistar kunnu hava undirskot av einari inntøku.
Og tað ber ikki til, heldur landsstýrið.
Nógvar eftirrokningar
Seinastu árini hava óvanliga nógvir pensjónistar fingið eftirrokning í sambandi við viðbót til
ávísar pensjónistar.
Hetta eru pensjónistar, sum ikki hava aðra inntøku av týdningi, men eiga partabrøv í peningastovni fyri lutfalsliga smáar upphæddir.
Hevur pensjónisturin fingið vinningsbýti, til dømis 3.000 kr., skal hann rinda landskassanum brennistuðulin fyri eitt heilt ár aftur.
Brennistuðulin í ár er 8.160 kr. skattafríar.
Lógarbroytingin verður afturvirkandi til 1.januar í ár.
Eftirrokning fyri árið 2024 verður í 2025.
Brennistuðulin verður javnaður næsta ár sambært lógini um javningarprosent til almannaveitingar.