- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samgongutingmaður: Pínligt og syrgiligt
- Hetta er pínligt og sera syrgiligt.
Dialysuútgerðin á Suðuroyar sjúkrahúsi er klár.
Tað sigur samgongtingumaðurin í Suðuroynni, Bjarni Hammer, um dialysuviðgerðina, sum ikki er byrjað enn á Suðuroyar sjúkrahúsi:
Bjarni Hammer heldur, at vilji er at fáa dialysuviðgerðina í Suðuroy at byrja:
Fólkið er útbúgvið, men sleppur ikki í gongd.
Hetta heldur Bjarni Hammer ikki hoyrir nakra staðni heima. Og ber ikki til at fáa gongd á útgerðina, er neyðugt at leita sær hjálp aðrastaðni:
Erhard Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.
Erhard spyr
Andstøðutingmaðurin Erhard Joensen í Sambandsflokkinum hevur í dag sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, grein 52a fyrispurning um sama mál.
Hann spyr:
1. Hví er ætlaða dialysuviðgerðin á Suðuroyar Sjúkrahúsi ikki enn sett í verk?
2. Nær ítøkiliga verður skipanin/dialysuviðgerðin sett í verk?
3. Hvørjar eru orsakirnar til, at skipanin enn ikki er sett í verk?
Hann skrivar í viðmerkingunum, at tríggir sjúkrarøktarfrøðingar hava fingið upplæring í at brúka tólini og kunnu fremja viðgerðina. Tær vóru lidnar við upplæringina hálvan desember í fjør.
Les fyrispurningin her.
Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.
Viðbøtur
Sum skilst er málið steðgað upp, tí ógreitt er, hvørjar viðbøtur sjúkrarøktarfrøðingar skulu hava, í sambandi við ferðing millum Landssjúkrahúsið og Suðuroyar sjúkrahús.
Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, váttar fyri Kringvarpinum, at felagið er komið upp í málið. Hon vil tó ikki siga meira enn tað.
Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum.
Onga viðmerking
Vit hava vent okkum til forstjóran í Sjúkrahúsverkinum, Steinar Eirikstoft, men hann vil ikki gera viðmerking til málið.
Steinar Eirikstoft vísir í staðin til svarið hjá Hanusi Toftheyggj, stjóra á Suðuroyar sjúkrahúsi, í útvarpinum á middegi.
Hann segði, at hølisviðurskiftini eru klár til dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi. Men í løtuni eru grundleggjandi avbjóðingar, sum arbeitt verður øllum alvi við at loysa.
Hanus Toftheyggj vil ikki gera bandaða samrøðu um málið.