
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Framvegis eingin dialysa í Suðuroy

Í september í fjør segði Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, at dialysuviðgerðin á Suðuroyar sjúkrahúsi skuldi byrja um ársskiftið, men hon er ikki byrjað enn.
- Hetta hevur stóra ávirkan á gerandisdagin hjá okkum, sigur Jónhild við Krógv, ið hevur mann, sum hevur tørv á dialysuviðgerð.
Hann fær ikki siglt ímillum Suðuroynna og Havnina at fáa dialysu, og 17. august 2022 flutti hann til Havnar, nærri dialysuviðgerðini.
Hoyr innslag í útvarptíðindunum:
Hanus Toftheyggj er stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi.
Hanus Toftheyggj, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur í stuttari viðmerking, at hølisviðurskiftini eru klár til dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi. Men hann sigur eisini, at tað í løtuni eru grundleggjandi avbjóðingar, sum arbeitt verður øllum alvi við at loysa. Hann vil tó ikki gera bandaða samrøðu um málið.
Úvarpið roynt at fáa viðmerking frá forstjóranum í Sjúkrahúsverkinum, Steinari Eirikstoft, men tað hevur ikki eydnast.