- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ein staðfest. Eina fekk Almannaverkið aftur
Kærustovnurin hevur biðið Almannaverkið viðgera eina umsókn um hjálparískoyti av nýggjum.
Almannaverkið noktaði einum umsøkjara hjálparískoyti, tí tað metti, at hann átti ov nógv.
Men Kærustovnurin heldur ikki, at avgerðin hjá Almannaverkinum er nóg væl grundgivin, tí tað sæst ikki, hvørjar ognarupplýsingar avgerðin byggir á, og hvør ogn kærarans er mett at vera, tá hann søkti.
Kærustovnurin avgjørdi at heimvísa málið til nýggja viðgerð.
Kærustovnurin hevur avgjørt tvær kærur um hjálparískoyti.
Í hinum førinum staðfesti Kærustovnurin avgerðina hjá Almannaverkinum.
Almannaverkið sýtti, tí kærarin í umsóknini um hjálparískoyti upplýsti bústað, sum ikki er í samsvari við skrásetingina hjá Landsfólkayvirlitinum.