- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spurningur um eftirlitini raka beint
Eftirlitið við, um útlendingar hava virðilig kor á føroyskum arbeiðsplássum og hava neyðugu loyvini at arbeiða her, hava nú verið í fýra ár.
Eftirlitið byrjaði á heysti 2019.
Øll eftirlitsátøkini í 2023 vóru sum ætlað.
Løgreglan, TAKS og Arbeiðs- og brunaeftirlitið gera eftirlitsátøkini hvønn ársfjórðing á átta virkjum hvørja ferð
Arbeiðs-og brunaeftirlitið upplýsir, at úrslitini eru ymisk.
Flestu arbeiðsplássini eru á heilt góðari leið.
Men eingin trygd er fyri, at átøkini raka júst tey arbeiðspláss, har trupulleikar eru.
Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, í svari til Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um útlendingar á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Snarskipanin, sum kom 18.november 2021, hevur givið 1067 útlendingum arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. 60 í 2021, 635 í 2022 og 372 í 2023.
Møguliga eigur eftirlitið við snarskipanini at gerast betri við at stakroyndir vera tiknar av arbeiðstakarum og arbeiðsgevarum í tíðarskeiðinum millum, at arbeiðs- og uppihaldsloyvunum vera longd, og myndugleikarnir gera eftirlitsátøk, sigur landsstýrismaðurin.