Hægstirættur viðger mál um at ógilda lógina um uppboðssølu

Hægstirættur viðger mál um at ógilda lógina um uppboðssølu
Reiðarafelagið vann í Føroya rætti, men landsstýrið vann í Landsrættinum, og nú verður málið viðgjørt í Hægstarætti
Trætan millum Reiðarafelagið og Fiskimálaráðið um manningar skuldu gjalda part av kvotunum í sambandi við royndaruppboðssølur í 2026, er endað í Hægstarætti, sum viðger málið 26. februar. (Savnsmynd)
 
06.02.2024 - 12:15

26.februar skal Hægstirættur viðgera eitt føroyskt mál.

Tað er millum Reiðarafelagið og Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, sum ráðið eitur nú.

Reiðarafelagið vann í Føroya rætti, men landsstýrið vann í Landsrættinum.

Reiðarafelagið fekk loyvi at fara í Hægstarætt við málinum.

 

Stefan í Skorini er stjóri í Føroya Reiðarafelag. (Savnsmynd)

 

Skuldu ikki gjalda part av kvotunum

Tað var í lagi, tá landsstýrið í 2016 avgjørdi, at manningarnar ikki skuldu gjalda sín part av kvotunum, tá talan var um royndaruppboðssølur í 2016, segði Landsrætturin.

Eystari Landsrættur broytti í september 2022 dómin hjá Føroya Rætti, sum í januar í 2021 segði, at Fiskimálaráðið gjørdi seg inn á sáttmálan millum manningarfeløgini og reiðararnar, tá landsstýrið við lóg avgjørdi, at manningarnar ikki skuldu eiga lut í kostnaðinum.
  
Endurgjaldskravið hjá Reiðarafelagnum er slakar 18 mió.kr., men tað er bara fyri 2016. 

Kravið fyri 2017 verður ikki kunngjørt enn.

 

Parkerað fyribils

Endurgjaldskrøvini eru parkerað fyri fyrst, sigur Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum.

Fyrst skal Hægstirættur staðfesta, um landsstýrið hevur endurgjaldsskyldu.

Reiðarafelagið vil hava Hægstarætt at gera lógina um uppboðssølu ógilduga.

 

Brot á felagsfrælsi

Kjarnin í málinum er um brot á evropeiska mannarættindasáttmálan um felagsfrælsi. 

Reiðarafelagið var í Eystara landsrætti dømt at gjalda Fiskimálaráðnum 750.000 kr. í sakarkostnaði.

Um tríggjar vikur, mánadagin 26. februar, kemur málið so fyri í Hægstarætti.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497