- Tíðindi, mentan og ítróttur
Boðað verður framvegis frá skaða
Boðað verður framvegis frá skaða
Betri hevur fingið 900 fráboðanir og Trygd 350
05.02.2024 - 10:13
Tryggingarfeløgini fáa framvegis fráboðanir um skaðar í ódnini, sum var mikudagin.
Til í morgun hevur Trygd fingið upp ímóti 350 fráboðanum, sigur Anna Mohr Holm, stjóri.
Anna Mohr Holm er stjóri í Trygd.
Hjá Betri trygging eru fráboðanirnar knappliga 900, sigur Ingunn Eiriksdóttir, stjóri.
Og hesi tølini eru ikki endalig, tí fráboðanir koma framvegis.
Fráboðanir kunnu koma upp í tveir-tríggjar mánaðir eftir, at skaðin er hendur, sigur stjórin í Trygd.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV