- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætla at varðveita Ólav
Ætla at varðveita Ólav
Ólavur sigldi millum Vestmanna og Fútaklett í Vágum við fólki, farmi og posti
05.02.2024 - 08:33
Vestmenningar fara nú at gera eina roynd at varðveita gamla post- og ferðamannabátin “Ólav”, sum sigldi serliga millum Vestmanna og Fútaklett í Vágum við fólki, farmi og posti.
Vp.fo skrivar, at ítøkiligar ætlanir eru um at skipa ein grunn til endamálið.
Millum stigtakararnar eru Bárður Nielsen og Sámal Jákup Olsen, sum á Facebook vísa á ta heilt serstøku søgu, sum báturin hevur í økinum báðu megin Vestmannasund.
Teir vísa á, at hann varð bygdur til at binda økið saman, áðrenn fast vegasamband kom millum bygda og seinni eisini undir sundið.
Í sambandi við ætlanina at varðveita “Ólav”, verður fundur á Miðnámi í Vestmanna mikukvøldið klokkan sjey.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV