- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tryggingarfeløgini fingið fleiri enn 600 skaðafráboðanir
Tryggingarfeløgini fingið fleiri enn 600 skaðafráboðanir
Boðað er frá bæði stórum og smáum skaða
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
01.02.2024 - 13:28
Tryggingarfeløgini Betri Trygging og Trygd hava higartil fingið fleiri enn 600 skaðafráboðanir í sambandi við ódnarveðrið í gjár.
Bæði feløgini hava havt úr at gera at taka ímóti fráboðanum, men tey høvdu fyrireikað seg væl.
Tryggingarfeløgini høvdu fyrireikað seg væl at taka ímóti skaðafráboðanum.
Enn hava feløgini ikki gjørt upp, hvussu nógv skaðarnir fara at kosta.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
01022024_Tryggingarfelog_og_skadafrabodanir
Politistøðin í Havn fekk 260 fráboðanir teir fýra tímarnar, ódnin var. Tað vil siga í miðal meira enn eina fráboðan um minuttin.
Haraftrat koma fráboðanirnar til sløkkiliðini og bjargingarliðini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV