Uppskot um verjusemju fall

Uppskot um verjusemju fall
Sambandsflokkurin skeyt upp, at landsstýrið ger frágreiðing til uttanlandsnevndina um ítøkilig stig, sum kunnu styrkja verjuna og trygdina í Føroyum
Sambandsflokkurin átti uppskotið um verjusemju, men tað fall í tinginum. (Savnsmynd)
 
24.01.2024 - 08:24

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum um verjusemju fall í løgtinginum í gjár.

Uppskotið fekk átta atkvøður, Jenis av Rana í Miðflokkinum atkvøddi eisini fyri.

Hin tingmaðurin hjá Miðflokkinum, Steffan Klein Poulsen, var ikki í løgtinginum.

Sambandsflokkurin hevði uppskot til samtyktar um, at landsstýrið ger frágreiðing til uttanlandsnevndina um, hvørji ítøkilig stig kunnu takast, sum styrkja verjuna og trygdina í Føroyum og Norðuratlantshavinum.

Flokkurin heldur, at landsstýrið eigur at samráðast við tey, sum hava ábyrgdina av verjupolitiska økinum, heldur enn at sita hendur í favn og bíða eftir, hvørjum danska stjórnin kemur við. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946