Meistarin er størsti favoritturin

Meistarin er størsti favoritturin
Topp trý-liðini frá í fjør eru øll størri og minni favorittar á heimavølli, tá ið Betri-deildin av álvara byrjar klokkan trý
FM-rómurin var stórur í heyst, tá ið KÍ tryggjaði sær meistaraheitið 2022
 
05.03.2023 - 14:01

KÍ er størsti favoritturin í 1. umfari av Betri-deildini við monnum, har fýra dystir verða spældir seinnapartin.

Meistarin tekur ímóti uppflytaranum, TB, og alt annað enn ein KÍ-sigur við Djúpumýrar er nærum óhugsandi. Gamaní, hetta er fyrsti dysturin hjá nýggja venjaranum, Magne Hoseth, og nakað av útskifting hevur verið í vetur, men gjógvin millum heimaliðið og TB, sum longu undan kappingarbyrjan hevur skift venjara, er stór.

Ein annar favorittur er HB, sum tekur ímóti B68 í Gundadali. HB hevur styrkt nógv um liðið, og Dalibor Savic man hava ætlanir um at bjóða KÍ av í stríðnum um meistaraheitið, og tí skal heimaliðið helst vinna í fyrstu royndini. B68, hinvegin, hevur sum mál at bjóða av í stríðnum um ovastu fýra plássini, og kann skora mál upp á skjót mótálop.

Í Sarpugerði í Norðragøtu vitjar B36 Víking. Heimaliðið má metast sum lítil favorittur, tí B36 hevur havt sera ilt við at vinna á ovastu liðunum, síðan Dan Brimsvík tók við venjarastarvinum. KvF sigur frá dystinum í útvarpinum.

Fjórði dysturin í dag er í Hólmanum á Eiði, har EB/Streymur tekur ímóti AB. Hetta er fyrsti dysturin hjá Sigfríði Clementsen, sum vann FM-heitið í Sundalagnum afturi í nullunum. 

Uros avgjørdi ímóti sínum gamla felagið

Fyrsti dysturin í Betri-deildini í ár varð spældur í gjár. Uros Stojanov tók ímóti sínum gamla felagi, ÍF, vesturi á Dungasandi, og hann gjørdi ikki mætari enn at avgera dystin, tá ið seks minuttir vóru eftir at spæla.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV