- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ flúgvandi - B36 vann í Sarpugerði
KÍ fekk eina flúgvandi byrjan upp á nýggja kappingarárið, tá ið uppflytararnir úr TB vóru sendir suður aftur við einum 7-1 tapi.
Páll Klettskarð skeyt heili fýra mál, eitt var sjálvmál, meðan René Shaki Joensen og Luc Kassi fingu hvør sítt. Málið hjá TB skoraði John Villi Wøldicke.
B36 skelkaði Víking
B36 tók Víking á bóli í Sarpugerði við einum 3-0 sigri. Bæði liðini høvdu kjansir, men Bjarki Nielsen, Magnus Egilson og Taufee Skandari tryggjaðu útiliðnum øll trý stigini.
Við máli frá Sebastiani Lau Nielsen fekk B68 góða byrjan í Gundadali, men Mathias Præst Nielsen, Mikkel Dahl, Mads Borchers og Jákup Thomsen vendu dystinum við hvør sínum máli.
Fjórða dystin í dag vann EB/Streymur 2-0 á AB. Gutti Dahl-Olsen og Rógvi Egilstoft skutu málini í Hólmanum á Eiði.
Í gjár vann 07 Vestur 1-0 á ÍF. Uros Stojanov skeyt málið ímóti sínum gamla felag.