- Tíðindi, mentan og ítróttur
Herbergini vóru fullsett allar mánaðirnar í fjør
Herbergið í Havn og Gloria í Klaksvík vóru fullsett allar mánaðirnar í fjør.
Tøl frá Hagstovuni vísa, at í fjør búðu 26 fólk nærum allar mánaðirnar á herbergunum í Havn og í Klaksvík, og í januar í ár vóru tey 27 tí tali.
Í fjør vóru tilsamans 26 kømur, og í januar ár er eitt kamar komið aftrat.
Hagtølini vísa eisini, at seinasta árið hava nærum øll tey somu fólkini búð á herbergunum í Havn og í Klaksvík.
Nýtslustigið meira enn 100 prosent
Herbergið í Havn er bæði náttarherbergi og vanligt herbergi. Tvey kømur eru til náttarherbergi.
Uppgerðin vísir, at kømrini vóru upptikin mest sum allar dagar í fjør, og nýtslustigið er sostatt 100 prosent.
Ávísar mánaðir í fjør var nýtslustigið á náttarherberginum meira enn 100 prosent, og tá var neyðugt at brúka eyka seingjarmadrassur at hýsa fólki.