- Tíðindi, mentan og ítróttur
95 færri nýggir persónbilar skrásettir í ár
95 færri nýggir persónbilar skrásettir í ár
Afturgongdin er 43 prosent, vísa tøl hjá Akstovuni
01.03.2023 - 15:56
Higartil í ár eru 95 færri nýggir persónbilar skrásettir enn somu tíð í fjør, vísa tøl hjá Akstovuni.
Í januar og februar vóru 125 persónbilar innfluttir. Somu tíð í fjør var talið 220. Afturgongdin er 43 prosent.
Tilsamans eru 197 akfør nýggj akfør innflutt í ár, 97 færri enn somu tíð í fjør.
15 færri brúkt akfør vóru skrásett í januar og februar enn somu tíð í fjør, tá tey vóru 43 í tali.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV