Samtak: Arbeiðsgevarar kunnu seta fólk í fast starv

Samtak: Arbeiðsgevarar kunnu seta fólk í fast starv
Eisini ber til at broyta fiskavirkisskipanina soleiðis, at fólk altíð eru tryggjað 40 tíma viku, og meirkostnaðin eigur arbeiðsgevarin at rinda, sigur Samtak
Arbeiðsgevarin hevur møguleika at seta fólk í fast starv ella at rinda størri part av lønini í fiskavirkisskipanini, heldur Samtak. (Savnsmynd)
 
28.02.2023 - 11:36

Samstundis sum Vinnuhúsið vil taka serskipanir av, vilja arbeiðsgevararnir ikki seta fólk í starv við føstum lønum, so fiskavirkisskipanin verður óneyðug.

Tað sigur Samtak, nú Vinnuhúsið hevur mælt til, at allar serskipanir verða tiknar av, m.a. fiskavirkisskipanin.

Heldur enn at skera í inntøkuni hjá vanligum fólkum, áttu umboðini fyri arbeiðsgevararnar at sett fólk í fast starv við fastari inntøku, sum fastlønarsáttmálin er til. 

Samtak sigur, at í øðrum lagi kunnu arbeiðsgevararnir broyta fiskavirkisskipanina soleiðis, at arbeiðsfólk altíð eru tryggjað 40 tíma viku. Rokningina fyri meirkostnaðin kann arbeiðsgevarin rinda, tí arbeiðsgevarin er tryggjaður støðuga arbeiðsmegi á sínum vinnuvirki.

 

Hvør arbeiðstími telur

Samtak sigur, at ógvusligi prísvøksturin rakar tímalønt arbeiðsfólk ógvuliga hart, og hvør arbeiðstími telur fyri at fáa endarnar at røkka. 

Í staðin fyri at taka fiskavirkisskipanina av, kundu arbeiðsgevararnir rindað fyrstu áttu tímarnar, so arbeiðsfólk verða tryggjað 40 tíma arbeiðsviku. 

Hetta hevði eisini gjørt, at fiskavirkisskipanin hevði verið minni brúkt, og arbeiðsgevarin verður tryggjaður fasta manning, sigur Samrtak.

 

Siga einki um FAS

Samtak vísir eisini á, at Vinnuhúsið sigur einki um FAS-skipanina. 

- Vil Vinnuhúsið eisini taka FAS-skipanina av, har reiðarí fáa skattin afturbornan, sum løntakarar við handilsskipum rinda, ella vil Vinnuhúsið bara fara eftir løntakarunum og ikki sínum egnu limum, spyr Samtak.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 12.20.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982