Hallur Hansson liðugur í KR

Hallur Hansson liðugur í KR
Føroyski landsliðsliðskiparin, Hallur Hansson, og íslendska felagið, Knattspyrnufélag Reykjavík, eru komin ásamt um at siga sáttmálan teirra millum upp
Tað var undan landsdysti ímóti Litava, at knæskaðin hjá Halli Hansson varð staðfestur
 
27.02.2023 - 16:19

Hallur Hansson spælir ikki longur við KR í Reykjavík.

Liðskiparin á føroyska landsliðnum fekk ein álvarsaman knæskaða í september í fjør, og nú eru hann og íslendska høvuðsstaðarfelagið komin ásamt um at siga sáttmálan upp, skrivar KR á twitter.

Hallur Hansson fór til Íslands úr danska felagnum, Vejle, undan seinasta kappingarárið, og náddi at spæla 25 dystir fyri KR, áðrenn hann fekk skaðan í einum samanstoyti.

 - KR takkar Halli fyri eina góða tíð í felagnum og ynskir honum góðan bata, skrivar íslendka felagið á twitter.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV