- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fáa ikki longur stuðul til spæliterapi
Fáa ikki longur stuðul til spæliterapi
Fyritøkan Spælival veitir í løtuni 33 borgarum hjá Almannaverkinum tilboðið, men Almannaverkið vil ikki lata fólki, sum eru eldri enn 18 ár, fíggjarligan stuðul
27.02.2023 - 13:25
Almannaverkið vil ikki longur fíggja Dungeons and Dragons-spæliterapi til fólk, sum eru eldri enn 18 ár.
Barbara Krossteig, ergoterapeutur, eigur og rekur fyritøkuna Spælival, sum í løtuni veitir 33 borgarum hjá Almannaverkinum hetta tilboðið.
Barbara Krossteig eigur og rekur fyritøkuna Spælival.
Hon setti fyritøkuna á stovn, og arbeiðið hevur eydnast væl. Tey, sum eru 18 ár og eldri, hava fingið fíggjarligan stuðul úr Almannaverkinum til viðgerðina, men nú vil Almannaverkið ikki veita stuðulin longur.
Barbara Krossteig harmast støðuna.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
27022023_Spaelival
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV