- Tíðindi, mentan og ítróttur
Psykiatriin kann fáa 600 ávísingar í ár
Psykiatriin kann fáa 600 ávísingar í ár
Margit Stóra, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur, at vit mugu hjálpa børnunum, áðrenn tey hava fingið diagnosu
21.02.2023 - 14:25
Talið á børnum og ungum, sum verða ávíst til Barna- og ungdómspsykiatriina, veksur støðugt, og tað er ein orsøk til longu bíðilistarnar.
Tøl frá Heilsumálaráðnum vísa, at har var eitt stórt lop í talinum av ávísingum frá 2019 til 2020, úr 209 upp í 321 ávísingar.
Margit Stórá er landsstýriskvinna í heilsumálum.
Síðani hevur talið ligið millum 320 og 334, men gongdin higartil í ár vísir, at vit kunnu enda á 600 ávísingum til Barna- og ungdómspsykiatriina í ár.
Margit Stóra, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur, at vit mugu hjálpa børnunum, áðrenn tey hava fingið diagnosu.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
21022023_Margit_Stora
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV