- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur stjóri í Visit Tórshavn
Nýggjur stjóri í Visit Tórshavn
Tordis á Rógvi Biskopstø byrjar í starvinum 1. mai
17.02.2023 - 13:44
Tordis á Rógvi Biskopstø er sett í starv sum stjóri í Visit Tórshavn.
Hon skal standa á odda fyri ferðavinnuni í Tórshavnar kommunu.
Hon kemur úr starvinum sum menningarleiðari í Visit Vágar, ið hon hevur røkt síðan 2020.
Tordis er 36 ára gomul og hevur Master í ferðavinnu, og hevur drúgvar royndir innan økið.
Tordis byrjar í starvinum 1. mai og avloysir Liljan Weihe, ið varð vald á Løgting á valinum í desember.
Endamálið hjá Visit Tórshavn er at skapa áhuga fyri Havnini, stuðla handilslívi, tænastuvinnu, mentan og annars virka fyri, at býurin er áhugaverdur at vitja, liva og virka í, skrivar Visit Tórshavn í tíðindaskrivi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV