- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forbjóða gummi í graslíki
Forboðið fer at hava stórar avleiðingar við sær fyri fótbóltsvøllir, sum vit kenna teir í millum annað Føroyum og øðrum Norðurlondum.
Tað er gummigranulatið, sum verður brúkt á fótbóltsvøllum, ið ES-nevndin vil seta forboð fyri.
Forboðið skal setast í verk so líðandi, og ætlanin er, at tað ikki skal verða loyvt at brúka gummigranulat á graslíkisvøllum um seks ár.
Mugu hava 10-12 ár
Aðalskrivarin í norska fótbóltssambandinum, Karl-Petter Løken, sigur, at forboðið fer at hava við sær álvarsligar avleiðingar fyri norskan fótbólt – bæði úrvals- og breiddarfótbólt.
– Trupulleikin er, at hinir møguleikarnir ikki eru nóg góðir. Vit hava tørv á eini skiftistíð uppá í minsta lagi 10-12 ár, sigur hann.
Í danska fótbóltssambandinum eru tey av somu áskoðan, og DBU vónar, at skiftistíðin verður 10 ár, so aðrar loysnir kunnu finnast í staðin fyri gummigranulat.
Í Danmark eru umleið 400 graslíkisvøllir, og teir flestu hava gummigranulat.