- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stríðsval á FSF-aðalfundinum
Stríðsval á FSF-aðalfundinum
Níggju fólk bjóða seg fram til tríggjar sessir, tá starvsnevndarval verður á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandi Føroya leygardagin 18. februar
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF
10.02.2023 - 16:56
Níggju fólk bjóða seg fram til teir tríggjar sessirnar í starvsnevndini hjá FSF, sum skulu mannast á aðalfundinum í næstum, skrivar fsf.fo.
Sjey menn og tvær kvinnur.
Tey níggju, ið eru uppstillað, eru Anja Rein, Bjarni Prior, Dánial Hansen, Fróði Danielsen, Heri á Rógvi, Kristmund Johannessen, Kristoffur Vidtfeldt, Maria Jóhannusardóttir Joensen og Ólavur Larsen.
Ætlanin er eisini, at talið av fólkum í starvsnevndini verður lækkað úr átta niður í sjey, og at bæði kynini skulu vera umboðað.
Aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya verður leygardagin 18. februar klokkan 13.00 í FSF-húsinum við Tórsvøll.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV